Ein lítil innrás av feigdarsveimarum er í Føroyum í løtuni, hetta sigur Silas Olofson, serkønur innan fuglalív í Føroyum.
– Boða var frá einum feigdarsveimara í Fuglafirði, seinni sá eg tríggjar á Viðareiði og tveir í Lamba, sigur Silas Olofson á facebook síðuni Fuglar í Føroyum.
Feigdarsveimari minnir um svalu, men er størri og dimmari.
– Hann er ein ordans avbjóðing at avmynda, tí hann er so avbera skjótur, sigur Silas Olofson.
Tó so hevur Silas megna at fingið mynd av feigdarsveimaranum.


Afturat sigur Silas, at fleiri ungir smyrlar hava verið at sæð á Viðareiði seinastu dagarnar. Teir tykjast ikki at vera so styggir sum teir gomlu.
– Nú er ársins kjansur at síggja smyril væl, leggur Silas Olofson afturat.

