Vit hava nokk hoyrt um trupulleikarnar – The Troubles – í Norðurírlandi, sum vardi frá seinast í 1960´unum og fram til langafríggjadagsavtaluna í 1998.
The Troubles var í stuttum eitt stríð og ósemja ímillum sambandsfólkið, sum tey flestu vóru protestantar, og sjálvstýrisfólkið, sum fyrst og fremst vóru katolikkar. Ósemjan snúði og snýr seg mest um, hvørt Norðurírland skal vera ein partur av Bretlandi ella Írlandi.
Í januar í 1972 gjørdist stríðið millum katolikkar og protestantar – loyalistar móti nationalistum – í Norðurírlandi sera harðrent, tá bretska løgreglan skeyt eftir einari borgararættindismótmælisgongu, sum fór fram í norðurírska býnum Londonderry, sum býurin alment eitur, men flest fólk nevna fyri Derry. 13 fólk lógu eftirá, meðan 14 onnur vóru illa særd, har eitt fólk seinni doyði av løstunum. Hendan hendingin er eisini kend undir navninum “Bloody Sunday”, sum millum annað írski bólkurin U2 hevur gjørt ein sang um.
(Greinin heldur fram undir videobrotinum)
Langafríggjadagsavtalan, sum kom tann 22. mai í 1998, endurreisti sjálvstýrið í Norðurírlandi, men hóast hóttanin um ófrið og yvirgang framvegis lúrir, so er fyri tað mesta friðarligt.
Hendingin fekk eisini avleiðingar fyri felagið í býnum, Derry City, sum fór úr norðurírsku fótbóltsdeildini í 1972, og hevur, síðan 1985, spælt í írsku kappingini, League of Ireland.
– The Candystripers, sum felagið Derry eisini verður nevnt, er sera fegið um at spæla í League of Ireland, og tí hevur felagið einki ynski um at fara aftur til Irish League í Norðurírlandi, sigur Simon Collins, sum er tíðindamaður fyri Derry Journal, og er staddur í Føroyum i samband við dystin í kvøld.

(Simon Collins er tíðindamaður hjá Derry Journal)
Skeita til Tórsvøll
Tíðindamaðurin hjá Derry Journal, Simon Collins, greiðir frá, at felagið hevur havt eina eitt sindur buldrasliga tilveru, men at felagið er væl fyri nú. Tó er stadionið hjá Derry City nakað gamalt og slitið, so tað verður ofta tosað um at leikvøllurin skal endurnýggjast og byggjast út.
– Nú hava vit verið her í Føroyum í nakrar dagar, og her eru fantastiskar umstøður. Tórsvøllur er eitt lítið og fantastiska flott stadion, og tað hevur leiðslan í Derry eisini lagt til merkis, so tit skulu ikki gerast kløkk av, um leiðslan í írska felagnum fer at spyrja eftir tekningunum til Tórsvøll, sigur írski tíðindamaðurin skemtandi.
Hann vísir á, at tað hevur verið tosað um, at Derry City skal hava ein endurnýggjaðan leikvøll, sum tekur 6.000 áskoðarar. Núverandi leikvøllur, Brandywell Stadium, tekur um 3.700 fólk.

(Brandywell Stadium er eitt gamalt og slitið stadion, sambært Simon Collins)
Spæla eisini á graslíki
Felagið, sum hevur uppfostrað spælarar sum James McClean, Daniel Lafferty, Conor Salmon, Niall McGinn, Stephen McLaughlin og seinast Michael Duffy, spælir sínar heimadystir á graslíki, so her hevur HB ongan fyrimun til dystin í kvøld.
– Tað eru tvey lið í League of Ireland, sum spæla á graslíki, Dundalk og Derry, og tað er eitt heitt kjakevni í Írlandi, men vit hava umleið sama veðurlag sum tit, kanska eitt sindur heitari, so tað er av praktiskum orsøkum, at Derry spælir á graslíki, greiðir Simon Collins frá.
Derry City varð stovnað í 1928, og tað var eitt sindur umstrítt, at felagið valdi at brúka írska heitið fyri býin, Derry, ístaðin fyri almenna navnið fyri býin, Londonderry, men tað hevur sína orsøk.
– Tað hevur altíð búð ein írskur meiriluti í býnum, so vit brúka heitið Derry. Eg meti, at tað eru umleið 90 prosent, sum eru sjálvstýrisfólk og vilja vera partur av Írlandi aftur, sigur Simon Collins.
Hann hevur lagt til merkis, at HB er favorittur í uppgerðini millum liðini bæði, men í og við, at Derry City er eitt lið við fulltíðar spælarum, so eigur norðurírska felagið í írsku fótbóltsdeildini at koma víðari til næsta umfar av Conference League.
– Vit hava nokk tann besta venjaran í írsku deildini, so felagið satsar nú eitt sindur at fáa góð úrslit, og tað skal gjarna byrja her á Tórsvølli í kvøld, sigur írski tíðindamaðurin.
Dysturin millum HB og Derry City byrjar klokkan 19, og FM1 sendir frá dystinum. Vit byrja at senda klokkan 18.45.
Frásøgumaður er Trygvi Absalonsen, og viðmerkjari er Jóan Pauli Jacobsen.
