Ísak spældi frálíkan dyst í evropeiskum sigri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

IK Sävehof við Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl á liðnum vann í kvøld fyrsta sigurin í EHF European League hetta kappingarárið. Úrslitið gjørdist 30-26 á heimavølli móti FH úr Íslandi. 

Fyrri hálvleikur var sera javnur. Leiðslan skiftist millum liðini, og í hálvleikinum var støðan 16-13. 

Sävehof helt fast um leiðsluna allan seinna hálvleik, og vunnu at enda 30-26. Harvið vóru tey fyrstu stigini í European League komin til høldar 

Á heimasíðuni hjá Sävehof rósar høvðusvenjarin, Linus Ekman Ísaki Vedelsbøl fyri at spæla ein frálíkan dyst. Ísak gjørdist eisini dagsins leikari.

Ísak og ÓIi skoraðu fimm mál hvør. 

Mynd: IK Sävehof