Ísland kom ikki víðari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hóast Ísland vann móti 30-21 móti Argentina í dag og bara tapti ein av fimm dystum í HM-endaspælinum, so eru grannar okkara fyri norðan úti úr HM-endaspælinum í manshonbólti. Teir endaðu við 8 stigum ájavnt við Kroatia og Egyptalandi fremst í bólki 4. Men í innanhýsis roknskapinum millum hesi londini var Ísland við sviðið soð og endaði nummar trý.

Eftir sigurin í dag móti Argentina, mátti Ísland vóna, at Egyptaland ikka vann Kapo Verdi ella at Kroatia ikki vann móti Slovenia fyri at fara víðari í kappingini.

Egyptaland vann, sum væntað, 31-24, móti Kapo Verdi, og heldur ikki Slovenia gjørdi nakað við Kroatia, sum hevur íslendskan venjari. Kroatia vann 29-26.

Harvið er Ísland ikki í fjórðingsfinalunum, og tí er Danmark einasta Norðurlandi, sum er eftir í HM-endaspælinum.

Noreg vann í bóki 3 týdningarleysan 29-24 sigur móti Svøríki.

Dagsins úrslit

Bólkur III

  • Portugal – Chile 46-28
  • Spania – Brasil 25-26
  • Noreg – Svøríki 29-24

Bólkur IV

  • Ísland – Argentina 30-21
  • Kap Verde – Egyptaland 24-31
  • Kroatia – Slovenia 29-26

Bólkur I

DVJTM+M-MMStig
Danmark55001781215710
Týskland5401155137188
Sveis521214413865
Italia5203129149-204
Kekkia5113111125-143
Tunesia5005117164-470

Bólkur II

DVJTM+M-MMStig
Frakland55001761294710
Ungarn531115114567
Niðurlond5212172177-55
Norðurmakedonia5122152159-74
Eysturríki5122147156-94
Qatar5005139171-320

Bólkur III

DVJTM+M-MMStig
Portugal5410179148319
Brasil540113612978
Noreg5302147130176
Svøríki512215615244
Spania511313813713
Kili5005126186-600

Bólkur IV

DVJTM+M-MMStig
Kroatia5401162122408
Egyptaland5401148125238
Ísland5401140116248
Slovenia5203139125144
Argentina5104117162-452
Kapo Verdi5005119175-560