Síðstu tveir bólkarnir í innleiðandi bólkaspælinum í HM í manshondbólti vóru spældir í dag. Ísland vann greitt á Slovenia og gjørdist harvið nummar eitt í bólki G. Svøríki misti eina trygga leiðslu móti Spania, og dysturin endaði javnt. Kapo Verdi og Kili tryggjaðu sær seinastu atgongumerkini til millumumfarið.
Svøríki og Spania spældu ein rimmar dyst, sum endaði við javnleiki 29-29. Hóast Svøríki leingi tyktist at vera á veg til ein greiðan sigur, eydnaðist tað Spania at venda dystinum í seinastu løtu.
Einu løtuna í seinna hálvleiki førdi Svøríki við seks málum. Men tá ið Spania fór at spæla sjey móti seks og fór langt fram at verja, gekk skjótt at koma upp á javnt.
Svøríki kom fram um í seinasta minutti, men Spania javnaði til 29-29, tá ið tíggju sekund vóru eftir. Svørík náddi at kasta bóltin móti tóma málinum, men ein verjuleikari hjá Spania fekk akkurát hondina á, og so smeyg bólturin sær fram við málinum.
Spania og Svøríki endaðu við fimm stigum hvør í bólki F og fáa trý stig við sær í millumbólkin.
Ísland tryggjaði sær ein týdningarmiklan sigur á Slovenia við 23-18, sum gjørdi, at teir vunnu bólk G.
Ísland vardi framúr væl, og álopið var væl skipað. Viktor Hallgrimsson stóð sum klettur í málinum og bjargaði fleiri skotum hjá Slovenia.
Stríðsmenninir úr Íslandi høvdu tamarhald á dystinum frá byrjan til enda.
Ísland vann allar tríggjar dystirnar í bólkinum og hava fýra stig við sær víðari í millumbólki.
Kili vann á Japan 31-26. Eftir eina róliga byrjan hevði Kili yvirvág í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin settu teir ferðina upp og tryggjaðu sær eitt pláss í millumumfarinum við sínum fyrsta sigri.
Kapo Verdi gav Kuba ongan møguleika og vann greitt 38-28. Kapo Verid tryggjaði sær harvið pláss í millumumfarinum.
Nú eru allir bólkarnir í innleiðandi umfari avgreiddir, og millumumfarið stendur fyri durum. Fleiri av teimum mest spennandi dystunum eru fyri framman, og stríðið um heimsmeistaraheitið verður í hæddini komandi dagarnar.
Dagsins úrslit og málskjúttar
Japan – Kili 26-31 (11-14)
Japan: Ta. Nakamura (5 bjargingar), Okamoto (7 bjargingar); Sugioka, Ts. Nakamura 3, S. Tokuda 3, Kitazume 2, Yano, Tamakawa, Yoshino 5, Mizumachi 2, Fujisaka 4, Nakata 6, Arase 1, Nakaoki, Ichihara, Yamaguchi
Kili: V. Gonzalez, Garcia (17 bjargingar); E. Feuchtmann 9, Delgado, Aedo 1, Frelijj 3, E. Salinas 6, Illesca, R. Salinas 2, Oyarzun, Paya 3, Mesias, Scaramelli, Ayala, Salgado, Ahumada 7
Dómarar: Vladimir Jovandic (SRB) / Marko Sekulic (SRB)
Revsiminuttir: 8/12
Kuba – Kapo Verdi 28-38 (14-20)
Kuba: Calzado (2 bjargingar), Negret, Suarez (10 bjargingar); Almeida 5, F. Cordies 7/1, Miniet, Rodriguez 2, Martinez, Dawkins, Vazquez 7, S. Cordies 2, Ramos 2, Freddy, Valiente 1, Garcia Rivera 2, Garcia Abreu
Kapo Verdi: E. Fernandes (12 bjargingar), Goncalves (5 bjargingar), B. Fernandes (1 bjarging); Garcia Ribeiro 1, Pina 5, Santos, Araujo 2, Semedo 4, Ramos Rocha 1, Landim 4, A. Furtado 4, Moreno 5, Pereira 8, Correia 3, Andrade 1, G. Furtado
Dómarar: Budzak Andrej (SVK) / Zahradnik Michal (SVK)
Revsiminuttir: 10/2
Slovenia – Ísland 18-23 (8-14)
Slovenia: Ferlin (2 bjargingar), Lesjak (8 bjargingar); Blagotinsek 2, Henigman, Janc 4, Cehte 1, Jovicic 1, Kodrin 2, Zarabec 1, Horzen, Ovnicek, Makuc 2, Kavcic, Mackovsek 1, Novak 2/1, Vlah 2
Ísland: Gustavsson, Hallgrimsson (15 bjargingar, harav 1 brotskast); Rikharsson 1, Smarason 3, Palmarsson 5, V. Kristjansson 7, Elisson, Jönsson 1, G. Kristjansson 1, Gislason, Gunnarsson, Vidarsson 2, Thorkelsson 3, Gudjonsson, Einarsson, Olafsson
Dómarar: Garcia Ignacio (ESP) / Marin Lorente Andreu (ESP)
Revsiminuttir: 10/16
Reytt kort: Elvar Jönsson (35. min/triða útvísing), Ellidi Vidarsson (59. min/triða útvísing)
Svøríki – Spania 29-29 (16-11)
Svøríki: Palicka (11 bjargingar), Norsten; Carlsbogard 3, F. Möller 5, Ekberg 1, Karlsson 3, Wanne 7, Pellas, Lagergren 9, Gottfridsson, Edvardsson, Aspenbäck, Sandell, Nilsson, Johansson 1, Forsell Schefvert
Spania: Perez de Vargas (9 bjargingar), Hernandez (1 bjarging); Casado, Tarrafeta 4, A. Dujshebaev 4, Sole 7, P. Cikusa 1, Garciandia 2, Serdio 3, D. Dujshebaev 4, Alvarez, Sanchez Migallon 1, Fernandez, D. Cikusa, Barrufet 1, Rodriguez 2
Dómarar: Adam Biro (HUN) / Oliver Kiss (HUN)
Revsiminuttir: 9/2
Endaliga Stigatalvan í øllum bólkunum
Bólkur A
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Týskland | 3 | 3 | 0 | 0 | 95 | 79 | 16 | 6 |
Sveis | 3 | 1 | 1 | 1 | 76 | 76 | 0 | 3 |
Kekkia | 3 | 0 | 2 | 1 | 58 | 65 | -7 | 2 |
Pólland | 3 | 0 | 1 | 2 | 75 | 84 | -9 | 1 |
Bólkur B
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Danmark | 3 | 3 | 0 | 0 | 118 | 63 | 55 | 6 |
Italia | 3 | 2 | 0 | 1 | 84 | 87 | -3 | 4 |
Tunesia | 3 | 1 | 0 | 2 | 72 | 89 | -17 | 2 |
Algeria | 3 | 0 | 0 | 3 | 70 | 105 | -35 | 0 |
Bólkur C
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frakland | 3 | 3 | 0 | 0 | 115 | 65 | 50 | 6 |
Eysturríki | 3 | 2 | 0 | 1 | 92 | 87 | 5 | 4 |
Katar | 3 | 1 | 0 | 2 | 70 | 87 | -17 | 2 |
Kuwait | 3 | 0 | 0 | 3 | 67 | 105 | -38 | 0 |
Bólkur D
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Ungarn | 3 | 2 | 1 | 0 | 98 | 77 | 21 | 5 |
Niðurlond | 3 | 2 | 0 | 1 | 109 | 91 | 18 | 4 |
Norður Makedónia | 3 | 1 | 1 | 1 | 88 | 84 | 4 | 3 |
Guinea | 3 | 0 | 0 | 3 | 61 | 104 | -43 | 0 |
Bólkur E
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Portugal | 3 | 3 | 0 | 0 | 91 | 75 | 16 | 6 |
Brasil | 3 | 2 | 0 | 1 | 86 | 80 | 6 | 4 |
Noreg | 3 | 1 | 0 | 2 | 87 | 77 | 10 | 2 |
USA | 3 | 0 | 0 | 3 | 62 | 94 | -32 | 0 |
Bólkur F
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Svøríki | 3 | 2 | 1 | 0 | 110 | 80 | 30 | 5 |
Spania | 3 | 2 | 1 | 0 | 99 | 71 | 28 | 5 |
Chile | 3 | 1 | 0 | 2 | 83 | 99 | -16 | 2 |
Japan | 3 | 0 | 0 | 3 | 67 | 109 | -42 | 0 |
Bólkur G
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Ísland | 3 | 3 | 0 | 0 | 97 | 58 | 39 | 6 |
Slovenia | 3 | 2 | 0 | 1 | 95 | 66 | 29 | 4 |
Cape Verde | 3 | 1 | 0 | 2 | 83 | 98 | -15 | 2 |
Kuba | 3 | 0 | 0 | 3 | 66 | 119 | -53 | 0 |
Bólkur H
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Egyptaland | 3 | 3 | 0 | 0 | 102 | 73 | 29 | 6 |
Kroatia | 3 | 2 | 0 | 1 | 93 | 68 | 25 | 4 |
Argentina | 3 | 1 | 0 | 2 | 69 | 97 | -28 | 2 |
Bahrain | 3 | 0 | 0 | 3 | 71 | 97 | -26 | 0 |