Fótbóltsamband Føroya hevur gjørt tvey ára sáttmála við Jacobu Langaard, sum inniber, at Jacoba verður hjálparvenjari hjá landsliðnum við kvinnum.
Umframt at vera hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, verður Jacoba Langgaard eisini partur av samskipanini av úrvalsvenjingunum hjá FSF.
– Eg eri ómetaliga glað fyri hendan møguleikan, og gleði meg eisini nógv til tær avbjóðingar, ið standa fyri framman – bæði í sambandi við úrvalsvenjingarnar, har eg, saman við øðrum góðum kreftum, sleppi at vera partur av menningini av okkara yngru fótbóltsspælarum, og at vera partur av venjaratoyminum kring kvinnulandsliðið, sigur Jacoba Langaard við heimasíðuna hjá FSF.
36 ára gamla Jacoba Langgaard er ikki ókend í føroyskum fótbólti. Sambært Faroesoccer hevur hon spælt 165 dystir í fremstu deildini, og spælt 19 landsdystir og skorað trý mál fyri Føroyar.
Við at seta Jacobu Langgaard í fulltíðarstarv ynskir FSF at uppraðfesta og at fáa meiri støðufesti kring kvinnulandsliðið. Jacoba hevur UEFA A-venjaraprógv, og byrjar í starvinum tann 1. februar 2025.
Mynd; Jacoba Langgaard saman við Pæturi Smith Clementsen, ið fyribils hevur ábyrgdina av kvinnulandsliðnum – Mynd: Hans Erik Danielsen