Liðformaðurin hjá KÍ, landsliðsleikarin Jákup Andreasen, hevur skrivað nýggjan sáttmála við KÍ. Tað boðar KÍ frá á heimasíðu síni. Talan er um ein tvey ára sáttmála.
– Vit í felagnum og øll viðhaldsfólk eru ógvuliga fegin um, at Jákup er kongabláur og okkara í tvey ár afturat. Og ynskja vit honum góða eydnu við at koma fyri seg nú í vetur, skrivar KÍ á heimasíðuni,
Jákup Andreasen spældi bert fýra dystir í ár. Hann breyt beinið í dysti móti EB/Streymi tíðliga í vár, og varð lagdur undir skurð.
26 ára gamli Jákup Andreasen var ein av drúgvastu leikarunum í Evropaævintýrinum hjá KÍ í 2023, fleiri mettu, at hann hevði góðan møguleika at fáa sáttmála uttanlands. Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 216 dystir fyri KÍ í bestu deildini.