Jákup á Borg heldur kortini fram sum venjari hjá B68, tí boðar felagið frá á Facebooksíðu felagsins í í kvøld.
Jákup á Borg hevði sáttmála við felagið eitt ár afturat, men boðaði fyri nøkrum vikum síðan frá, at hann ikki fór at halda fram sum venjari hjá Toftamonnum. Men nú er støðan broyt.
B68 skrivar soleiðis á Facebook:
– Nýggja starvsnevndin í B68 og Jákup á Borg hava tosa saman um framtíðina og gleðast um at kunngera, at góða samstarvi heldur fram, og at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í gongd.
Jákup á Borg gjørdist venjari hjá B68 mitt í kappingarárinum 2022, og megnaði rímiliga greitt, at bjarga felagnum undan niðurflyting. Í 2023 var felagið leingi í niðurflytingarvanda, men bjargaði sær at enda. Eisini var B68 nær við at gera eitt rimmar bragd, tá ið eftir brotssparkskapping taptu steypafinaluna móti HB.
Í ár bjargaði B68 sær akkurát undan niðurflyting eftir ein flottan 4-1 sigur móti NSÍ í Runavík í seinasta dysti.