Janus avloysir Leiv á landsliðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltsambandið boðar í morgun frá, at ein útskifting er gjørd í hópinum í manslandsliðinum í hondbólti, sum skal spæla móti Kosovo og Ukraina í komandi viku. Janus Dam Djurhuus kemur inn í hópin fyri Leiv Mortensen, sum er vorðin skaddur.

Janus Dam Djurhuus hevur áður spælt tveir landsdystir. Hann var við í teimum báðum playoff-dystunum móti Norðurmakedonia í vár.

Janus Dam Djurhuus er partur av tí kenda 2002-árganginum hjá H71, og hann hevur spælt á flestu unglingalandsliðum gjøgnum árini. Hann spælir í løtuni við FIF í næstbestu donsku deildini.

Føroyar spæla móti Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin 6. novembur kl. 19.00, og móti Ukraina á útivølli í Vilnius í Litava sunnudagin 10. novembur kl. 13.00.

Stórur áhugi er fyri hesum báðum landsdystunum, og øll atgongmerkini til dystin móti Kosovo í Føroyum vórðu seld eftir lítlari løtu, tá ið netsølan lat upp.

Hesir leikarar eru við móti Kosovo og Ukraina

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (Danmark)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (Svøríki)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (Noreg)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (Svøríki)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (Danmark)
Óli Mittún, IK Sävehof (Svøríki)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (Týskland)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (Týskland)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn (Danmark)
Peter Krogh, Aarhus HC (Danmark)
Bjarni í Selvindi, Valur (Ísland)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (Danmark)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (Danmark)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (Týskland)
Allan Norðberg, Valur (Ísland)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (Danmark)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (Danmark)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)

Mynd: Hondbóltssamband Føroya