Jóan Símun aftur til KA Akureyri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

33 ára gamli toftamaðurin Jóan Símun Edmundsson er aftur í íslendskum fótbólti. KA Akureyri boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Jóan Símun Edmundsson, sum felagið á heimasíðu síni lýsir, sum ein av bestu føroysku spælarunum nakrantíð.

Tað hevur annars ljóðað, at Jóan Símun møguliga var á veg til føroyskan fótbólt aftur, men tað verður so ikki til nakað á hesum sinni.

Eftir eitt ár í Norðurmakedonia við KF Shkupi kemur hann nú aftur til KA. Í 2023 gjørdi Jóan Símun Edmundsson vart við seg í KA, millum annað við máli móti Dundalk FC í Evropa, sum hjálpti felagnum víðari í kappingini.

Venjarin hjá KA, Hallgrímur Jónasson, sum eisini spældi saman við Jóan Símun í OB Odense, gleðir seg at hava hann aftur á liðnum.

Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 94 landsdystir og skorað 8 mál fyri Føroyar. Hann hevur verið í føløgum sum Newcastle United, OB Odense, Viking Stavanger og Armenia Bieldfeld. Í Føroyum hevur Jóan Símun spælt fyri B68, AB og HB.

KA skal spæla evropeiskan fótbólt í summar, eftir at teir í fjør vunnu íslendsku steypakappingina.