Í dag klokkan 15.00 føroyska tíð spæla føroysku landsliðsleikararnir, Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen norska steypafinalu við Fredrikstad móti Molde á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Molde vann steypakappingina bæði í fjør og fyrraárið, meðan Fredrikstad hevur fleiri steypagull søguliga, men teirra seinasta var í 2006.
Fredrikstad fer eftir sínum tólvta steypagulli, sum eisini gevur teimum eitt pláss í Conference League næsta ár. Ein tættur og intensur dystur er væntandi. Áskoðarafjøldin verður stór, og 15.000 fólk koma úr Fredrikstad at hyggja á Ullevaal.
Fram til í summar var Mikkjal Thomassen venjari hjá Fredrikstad, áðrenn hann gjørdist venjari hjá svenska stórfelagnum AIK.
Føroyskir fótbóltsfjepparar kunnu fylgja við, tí NRK 1 sendir beinleiðis frá klokkan 14.15, og rásin er er á Televarpinum.