Danska fótbóltssambandið hevur valt Jóhannu Fossdalsá Sørensen til ársins talent í donskum kvinnufótbólti.
19 ára gamla Jóhanna Fossdalsá er úr Hoyvík og spældi barnaárini við HB. Hon hevur tíverri fyri Føroyar valt at umboða danska landsliðið í altjóða fótbólti.
Jóhanna Fossdalsá spælir dagliga við svenska toppliðnum BK Häcken og hevur millum annað spælt fleiri dystir í Champions League við felagnum. Hon spældi fyrsta landsdystin fyri Danmark tíðliga í ár.
Á heimasíðuni lýsir danska fótbóltssambandið Jóhannu Fossdalsá sum ein leikara, sum sameinir góða eyga fyri spælinum við evnini at venda spælinum frameftir og skapa møguleikar fyri sínar viðleikarar. Sum miðvallarleikari hugtekur við góðum bóltførleika og sínum róligu og trygga spæli.