John Villi heldur fram í FC Suðuroy

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Uppflytararnir úr FC Suðuroy skriva á Facebook, at felagið hevur gjørt avtalu við John Villa Leo fyri kappingarárið 2025. Hann er uppvaksin í FC Suðuroy og kom aftur til felagið í fjør.

FC Suðuroy skrivar, at onkrar leysasøgur hava verið um, at John Villi Leo var ávegis til annað felag, men felagið kann nú gleðiliga avsanna hesar søgur, tí John Villi Leo verður verandi. Eisini Salmundur Bech og Dánjal Gotfred spæla við FC Suðuroy komandi kappingarár.

27 ára gamli John Villi Leo hevur drúgvar royndir í bestu deildini. Hann spældi við FC Suðuroy, tá ið teir seinast vóru í bestu deildini í 2015. Hann var við á felagsliðnum, sum suðringar høvdu í 2017 og 2018, og síðan hevur hann spælt við TB, sum hevur verið í bestu deildini umleið annað hvørt ár.

Tilsamans hevur John Villi Leo spælt 120 dystir í Betrideildini og skorað sjey mál.

Hagtalskelda: FaroeSoccer