Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur lagt uppskot fyri tingið um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Kærumyndugleikin verður eftir uppskotinum lagdur til Føroya Kærustovn. Hetta er partur av eini nýskipan, ið skal tryggja eina betri og meira gjøgnumførda viðgerð av kærumálum.
Í uppskotinum stendur, at avgerðir tiknar av Umhvørvisstovuni kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan fýra vikur. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Henda lógarbroyting kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Um ein kæra um tinglýsingaravgjald er latin Fíggjarmálaráðnum, og ikki er avgreidd, viðger og avgreiðir Føroya Kærustovn kæruna sambært reglunum í nýggju lógini.
Orsøkin til uppskotið er at tryggja eina neyvari og betri kæruviðgerð, tá ið Umhvørvisstovan ger avgerðir í málum um tinglýsingaravgjald. Føroya Kærustovnur skal viðgera allar kærur og tryggja eina óhefta og sakliga meting.
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri Føroya Kærustovn, land ella kommunur, og ongar avleiðingar fyri vinnu, umhvørvið ella serstøk øki í landinum.
Føroya Kærustovnur og Umhvørvisstovan hava fingið uppskotið til viðmerkingar. Føroya Kærustovnur hevur onga viðmerking, meðan Umhvørvisstovan vísir á, at tørvur er á dagføringum, millum annað á greiðari ásetingum um virðismeting av ogn og á greiðari heimildargrundarlagi at fyrisita eftir.
Fíggjarmálaráðið viðmerkir, at ætlanin er at taka hesi viðurskifti við í seinni lógarbroyting