Mong ristu við høvdinum í langa tíð yvir teir fýra tunlarnar sum vórðu bygdir á Kalsoynni í 1980unum—í dag er søgan ein onnur. So mikið sum 25.000 ferðafólk, harav meginparturin útlendsk, vitjaðu Kalsoynna í tíðarskeiðnum mai-september í ár, upplýsir Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi.
At Kalsoyggin er vorðin eitt tað kendasta og best umtókta ferðamálið í Føroyum er eingin loyna millum tey ið varða av ferðavinnuni. Kallurin uttan fyri Trøllanes við tí kenda vitanum og James Bond ‘gravsteininum’ kann hava givið Føroyum meira ókeypis lýsingarvirði enn nakað annað stað. Og tann fína standmyndin av Kópakonuni í Mikladali hevur gjørt áhugan millum ferðafólk enn størri.
Men fleiri ferðafólk merkir eisini at bøur og hagi kunnu verða niðurtraðkað, og í hesum høpi fór bóndin tíðliga í ár undir at gera gongugøtu úr Trøllanesi og niðan til økið kring vitan á Kallinum. Ætlanin er at grava og steinseta allan vegin fyri at fáa eina sterka gøtu sum er góð at ganga á. Arbeiðið varð darvað nakað av lembingini í vár og verkfallinum í summar, men í august kom meira ferð á.
Bóndin metir at arbeiðið verður fyri stóran part liðugt seint á sumri í 2026, við onkrum snøklum eftir at fáa undan árið eftir. Tann samlaði kostnaðurin verður væntandi “fleiri milliónir.”
“Hetta er ikki bara bara,” viðmerkti Jóhannus Kallsberg. “Vit tosa um eitt strekki upp á tveir-og-ein-hálvan til tríggjar kilometrar, so tað er eitt rættiliga stórt arbeiði. Hetta er djúpt lendi eisini, og tað krevur nógv grót. Men tá vit fingu tilfarið í august, so tók arbeiðið meira dik á seg. Vit eru trý-fýra fólk hvønn gerandisdag til arbeiðis við hesum, so her er talan um fleiri ársverk. Tað ljóðar nógv at siga at hetta fer at kosta fleiri milliónir tá av tornar, men tað fer tað ivaleyst.”
Teir fýra vegatunlarnir sum vórðu bygdir á Kalsoynni frá 1981 til 1985 eiga lívið í ferðavinnuni sum hevur tikið seg upp har.
“Tað varð nógv tosað í síni tíð um hesar tunlar og teir nógvu pengar tað skuldi kosta og fólk skemtaðu við at Kallsoyggin var farin at líkjast einari blokkfloytu. Men hasir tunlarnir hava sikkurt langt síðan fíggjað seg aftur. Tá fyri 40 árum síðan var kanska eingin sum sá hendan møguleikan sum vísti seg seinni við ferðavinnuni. Men almenn hagtøl hjá Strandferðsluni vísa at einir 70.000 ferðaseðlar millum Klaksvík og Syðradal vórðu seldir undir háárstíðini í ár. Deila vit hetta í tvey, av tí at talan er um báðar vegir, koma vit til umleið 35.000; og draga vit so 10.000 av fyri búfólk á oynni ið ferðast aftur og fram úr Klaksvík, so enda vit á einum tali upp á 25.000 ferðafólk.”
Leysliga mett ein fimtingur av hesum eru føroyingar.
“Meginparturin er útlendingar, kanska átta av tíggju, men her kemur fitt av føroyingum eisini,” segði bóndin. “Familjutúrar, eitt nú sunnudag, eru rættiliga væl umtóktir millum føroyingar.”
Eini 10 fólk ið búgva á Kalsoynni arbeiða fulla tíð í ferðavinnuni undir háartíðini, sambært Jóhannus Kallsberg.
“Um veturin er ikki so nógv lív í, men tað liggur ikki púra stilt heldur,” legði hann afturat.