Nevndin í Róðrarsambandinum hevur sett Kaysten Rasmussen í starv sum samskipara, 20 tímar um vikuna.
Kaysten Rasmussen er 48 ára gamal og búsitandi á Skála. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði innanfyri vinnulívið og ítróttin.
Kaysten Rasmussen fer at samskipa alt tað umsitingarliga á skrivstovuni hjá Róðrarsambandi Føroyar, og annars at vera við til at føra tjóðarítrótt okkara longur fram á leið, tað skrivar Róðrarsambandið á heimasíðu síni,
Kaysten byrjar í starvinum 1. Januar 2025.