,

KÍ vann Fair Play-prísin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Hetta væntaði vit ikki at fáa. Vit hava jú Vegard Forren á liðnum, so hann hevur kanska drigið tað eitt sindur niður.

Tað sigur liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, við einum skeivum smíli, nú KÍ hevur vunnið Fair Play-prísin annað árið á rað.

Liðskiparin hjá KÍ vísir á, at tað hjálpir kanska at hava bóltin meira enn mótstøðuliðið.

– Vit hava lagt okkum eftir at vera spælstýrandi, og tað hjálpir kanska at hava bóltin meira, heldur enn at royna at vinna bóltin, sigur Jákup B. Andreasen til Fótbóltsgalla 2023.