Klaksvíkar kommuna bjóðar handilsleiðarum í Klaksvíkar kommunu til hugnaløtu og kunning í Varpinum í kvøld.
Hetta er partur av kommunuætlanararbeiðinum hjá Klaksvíkar býráði. Endamálið við tiltakinum er at kunna um kommunuætlanararbeiðið og at hoyra frá handilsleiðarum, sum umboða handilslívið í kommununi.
Ein borgarakanning frá 2023 vísti, at 69 prosent av teimum 800, sum svaraðu, halda, at handilslívið í Klaksvík er gott. Hetta er nøktandi, men eigur støðugt at verða ment. Kommunan skal stuðla undir hetta arbeiði, og tað er týdningarmikið, at tætt samband er millum kommununa og vinnuna, so partarnir vita hvør av øðrum.
Á tiltakinum verður eisini kunnað um kommunuætlanararbeiðið, sum seinastu tíðina er gjørt á handilsøkinum, og úrslit frá eini kanning, sum varð gjørd á handilsøkinum síðst í farna ári, verða løgd fram.