Umhvørvismálaráið hevur sent eina eina nýggja kunngerð um fyribyrging og týning av rottu til hoyringar.
Uppskotið dagførir núverandi reglur og leggur upp til, at allar kommunur skulu hava løggilt aktingarfólk í starvi í seinasta lagi 1. januar 2026. Hetta kann verða loyst við, at smærri kommunur gera avtalu við grannakommunur ella privatar rottutýnarar.
Eftir hesa dagfesting verður einans loyvt løggildum rottutýnarum at týna rottu við fellum ella eitri.
Kommunur kunnu bert fáa rottueitur, um tær hava løggildan rottutýnara í starvi ella hava avtalu við ein slíkan. Umhvørvisstovan verður einsamøll um at innflyta rottueitur og fer eisini at skipa fyri skeiðum, har luttakarar kunnu fáa løggilding eftir at hava staðið roynd.
Kommunurnar skulu kanna fráboðanir um rottu innan tríggjar yrkadagar og seta neyðug tiltøk í verk.
Eigarin ella leigarin skal helst vera til staðar og fær vegleiðing um, hvussu rotta kann fyribyrgjast og um reinhald. Bygningarnir á ognini skulu eisini sýnast fyri rottutrygd.
Áðrenn 1. januar 2026 skulu kommunurnar hava gjørt eina virkisætlan fyri rottutýning, sum skal dagførast minst fimta hvørt ár. Fráboðanir og átøk skulu skrásetast í eina talgilda skipan, sum Umhvørvisstovan hevur atgongd til.