Føroyingar sleppa ikki at uppliva heimskenda bólkin Aqua sum ætlað. Konsertin, sum skuldi vera við Tjarnir 8. mars, verður av ongum.
Stage.fo, sum er fyrireikari, boðar frá í dag, at konsertin er avlýst. Orsøkin er, at ikki nóg nógv atgongumerki eru seld, til at tiltakið kann bera seg.
– Vit harmast sera nógv um støðuna, sigur fyriskiparin Stage.fo.
Ætlanin var eisini, at bólkar sum Hamradun, Tinganest, Jens Marna og Ester Skála skuldu framføra.
Tey, sum hava keypt atgongumerki, fáa peningin endurgoldnan á teirra konto. Hetta kann taka upp til fimm arbeiðsdagar.
Fyrireikararnir harmast um støðuna, men vóna at kunna bjóða líknandi tiltøk í framtíðini.