Alibrúkini uppliva vaksandi trupulleikar við kópum, sum føra til felli í alivinnuni. Hetta kemur fram í svari frá landsstýrismanninum í alimálum, Høgna Hoydal, upp á fyrispurning frá løgtingsmanninum, Karlot Hergeirsson.
Tað er ilt at siga neyvt, hvussu kópastovnurin hevur ment seg, tí regluligar teljingar hava ikki verið gjørdar. Landsstýrismaðurin sigur tó, at sannlíkt er, at stovnurin er vaksin síðani 2020, tí síðstu teljingar vórðu gjørdar í 2021, tá bann kom fyri at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi.
Havstovan hevur áður mett, at stovnurin er umleið 1500 láturkópar. Áðrenn forboðið at skjóta kóp kom, var loyvt at skjóta naskastu kóparnar við alibrúkini.
– Síðan forboðið kom, hava hesir kóparnir verið verandi, og aðrir eru natúrliga eisini lagstir afturat, sigur Høgni Hoydal.
Kóparnir hava lært at gera sær dælt av laksi við alibrúkini.
– Einstakir kópar tykjast at verða drignir at alibrúkum og læra skjótt at taka laks úr nótunum, staðfestir landsstýrismaðurin. Hetta hevur elvt til økt felli í alivinnuni.
Høgni Hoydal heldur, at neyðugt er at gera eina umsitingarætlan og fara undir at gera stovnsmetingar fyri at umsita kópastovnin skynsamt. Hetta er eitt mál, ið landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum varðar av.
At enda minnir landsstýrismaðurin á, at hann í 2018 legði uppskot fyri Løgtingið um at loyva kópaveiðu, men tað vann tó ikki frama tá.