Fyrst royndi Umhvørvisstovan við fútabanni men miseydnaðist tí Føroya Rættur noktaði hesum; nú roynir stovnurin seg enn einaferð í rættarskipanini, hesuferð við vanligum sakarmáli móti veitara av elektroniskari útgerð til skip og bátar og krevur at virksemið hjá viðkomandi við brúki av ekkoloddi kring Føroyar verður dømt at vera ólógligt. Víðari krevur Umhvørvisstovan at sum avleiðing skal veitarin, fyritøkan Vikmar, fyrst lata Umhvørvisstovuni ókeypis avrit av dátum av havbotninum sum felagið hevur útvegað sær og síðani burturbeina hesar.
Advokaturin hjá Vikmar, Ingi Højgaard, krevur at veitarin verður frídømdur.
“Kravið frá myndugleikanum er ikki rímiligt og byggir á eina skeiva tulking og skeivt brúk av lógini,” segði Ingi Højgaard við FM1.
“Tey vísa til lógina um ‘stedbestemt information’ sum ásetir at staturin hevur einkarætt til at framleiða sjókort og allar tilhoyrandi dátur. Mín klientur vísir hinvegin á at talan ikki er um virksemi sum krevur loyvi, men hann hevur bara aktivitet sum allur tann føroyski fiskiflotin hevur, tó so at hann brúkar ekkolodd bara ein pinkulítlan brotpart av tí sum hvørt fiskiskip brúkar kring Føroyar.”
Tað sum eisini undrar er hví brúk av ekkoloddi og líknandi standard útgerð til fiskileiting og navigatión kring oyggjarnar skal gerast ein trupulleiki einans aftaná at føroyingar hava yvirtikið málsøkið.
Stjórin á Vikmar, Jan Hammer Egholm, metir seg at verða útsettan fyri chikanu av myndugleikanum.
“Hví var hetta ikki ein trupulleiki áðrenn málsøkið varð yvirtikið,” spurdi hann retoriskt í samrøðu við FM1. “Vit eru veitarar av ekkoloddum og aðrari standard elektroniskari útgerð til skip og bátar. Vit vilja gera okkara arbeiði til lítar, so vit testa útgerðina áðrenn vit selja hana og gera eisini demonstratiónir har okkara viðskiftarar fáa høvi til at síggja hvussu útgerðin virkar. Og vit royna ikki bara útgerðina, men eru eisini við til at menna hana í samstarvi við okkarar veitarar.”
“Tað er sera umráðandi fyri okkum at kunna veita nýggjastu og bestu útgerð til okkara kundar – vit eru jú í kapping við onnur sum selja líknandi útgerð,” legði Jan Hammer Egholm afturat. “Hetta hava vit altíð gjørt, og einki óregluligt liggur í hesum. Øll hendan útgerð vit brúka er vanlig útgerð til fiskiskip.”
Sum skilst hevur Umhvørvisstovan grundgivið fyri sínum átaki móti Vikmar við at vandi skal vera fyri at ‘hernaðarligir loynidómar’ á botni verða avdúkaðir av virkseminum.
“Øll útgerð sum skapar fiskikort er gjørd til at savna og deila hesar dátur, eftirsum at hetta er ein háttur at áhaldandi betra fiskikortini,” viðmerkti stjórin á Vikmar víðari.
“Eg havi arbeitt við hesum í umleið 30 ár. Um eitt ekkólodd skal kunna avdúka fjaldar hernaðarligar loynidómar á botni, so vil fiskireiðskapur ið er á botni – sum t.d. trol, dreggj ella lína – gera nógv størri skaða, tá slíkur reiðskapur kann oyðileggja slíkar loynidómar. Ella kanska sovorðnir loynidómar kunnu gera skaða á skipini? Skulu føroyingar gevast at fiska? Tey siga at tey noyðast at ráðføra seg við donsku verjuna. Men hetta er jú burturvið – lond ið hava hernaðarlig loyndarmál á havbotninum seta tílík økir av og merkja tey soleiðis at ikki er loyvt at taka myndir av havbotninum har. Men her er tað sum um at onkur vil sabotera okkara virksemi.”
Umhvørvisstovan royndi fyri umleið tveimum árum síðan at fáa fútabann ímóti virkseminum hjá Vikmar, men miseydnaðist. Síðan hevur Umhvørvisstovan lagt sak við kravi um at virksemið verður dømt ólógligt at vera.
Vit spurdu stjóran á Umhvørvissovuni, Sigurð í Jákupsstovu, um brúk av ekkoloddi kring Føroyar kann avdúka hernaðarligar loynidómar og um spurningar hesum viðvíkjandi skulu sendast tí donsku verjuni. Sum svar vísti Sigurð í Jákupsstovu til lógina um ‘stedbestemt information’. Vit spurdu síðan um Umhvørvisstovan tulkar hesa lóg soleiðis at brúk av ekkoloddi og aðrari standard elektroniskari útgerð ið kortleggur havbotnin í Føroyum innan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjuni er at rokna sum ‘søopmåling’, og um ja, hvussu Umhvørvisstovan fyriheldur seg til kanningar av havbotninum í sambandi við vanligt vinnuligt virksemi so sum fiskarí og aling.
“Ein allýsing av ‘søopmåling’ er ein systematisk innsavnan av dýpi og upplýsingum um havbotnin,” svaraði stjórin á Umhvørvisstovuni. “Nýtsla av ekkoloddi í sambandi við fiskarí verður vanliga ikki roknað sum systematisk innsavnan,” skoytti hann uppí.
Ein stórur spurningur verður sostatt hvussu tað skal roknast sum meira ‘systematiskt’ sum Vikmar ger í mun til tað sum t.d. fiskiskip gera. Fiskiskip og bátar sigla javnan systematiskt á ávísum leiðum og fáa harvið eisini eina so góða mynd av havbotninum sum møguligt.
Hartil kann ivi vera um hvørt havøkið innan fyri 12 fjórðingar er umfatað av hugtakinum ‘søopmåling’. Sambært ein serfrøðing á økinum, Bjørn Kunoy, er talan um land- heldur enn um havumráði her.
“Land verður roknað at vera fram til ytra markið í ytra umveldinum,” segði Bjørn Kunoy í svari til fyrispurning frá Vikmar.
“Fyri okkara viðkomandi merkir tað at land FØ røkkur út til 12 fjórðingar frá grundlinjunum,” legði serfrøðingurin afturat.