Kristianna W. Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýrismanninum við ábyrgd fyri ukrainskum flóttafólkunum, Bjarna Kárasyni Petersen, skrivligan fyrispurning, um hvussu hava flóttafólkini úr Ukraina funnið seg til rættis í Føroyum. Eisini spyr hon um, hvussu vit sum samfelag hava megnað at tikið ímóti teimum? Vit mugu svara hesum spurningum fyri at kunna taka støðu til, hvat vit eiga at gera øðrvísi og betri.
Kristianna W. Poulsen sigur, at tað eru trý ár síðan, at Russland leyp á Ukraina. Stutt eftir hetta álop samtykti løgtingið at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina. Síðan er ein rættiliga stórur bólkur av ukrainskum flóttafólki komin til landið, flýdd úr teirra heimlandi av einum brutalum kríggi, sum higartil hevur vart í trý ár.
Hetta er fyrstu ferð, at vit taka ímóti flóttafólki, og tey eru á nógvan hátt í eini øðrvísi støðu enn aðrir útlendingar. Tey hava ikki sjálvi valt at flyta, og tey hava heldur ikki valt, at Føroyar skuldi gerast teirra nýggja heimland.
Herfyri var samrøða við umboð fyri Reyða Kross í útvarpinum, sum førdi fram, at atgongd til arbeiðsmarknaðin er ein avbjóðing fyri flóttafólkini. Hetta eiga vit at gera nakað við, sigur Kristianna W. Poulsen
Landsstýrismaðurin hevur kunnað um, at landsstýrið hevur sett eina samskipandi eind við umboðum fyri landsstýrið umframt fyri Almannaverkið, Útlendingastovuna, Kommunufelagið, Føroya Politi og Reyða Kross.
Kristianna W. Poulsen heldur, at tað er áhugavert at vita, hvat er komið burturúr arbeiðinum hjá hesi samskipandi eind.