, ,

Kvinnur hjá tí almenna – menn í tí privata

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Av tí kvinnuligu arbeiðsmegini í Føroyum starvast umleið tveir triðingar hjá tí almenna, meðan tríggir fjórðingar av føroyskum mannfólkum hava privatan arbeiðsgevara.

Samstundis er tallið á teimum ið arbeiða innan framleiðsluvinnu fallandi.

Tað vísa hagtøl frá Hagstovu Føroya fyri september mánað.

“Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum,” staðfesti Hagstovan. “Tað eru 231 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri. Vøksturin er 0,8 prosent.”

“Í september arbeiddu um 16.800 starvsfólk, ella 56,6 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Hini 43,4 prosentini, sum eru sløk 12.800 starvsfólk, arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Arbeiðsgevarar undir almennum ræði fevna um stovnar og almennar fyritøkur.”

“Á leið tvær út av trimum kvinnum arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði og at tríggir út av fýra monnum arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði í september.”

“Heilsu- og almannaverkið hevur fingið flest starvsfólk afturat,” varð víðari upplýst.

‘Heilsu- og almannaverk’ hevði størsta vøkstur av starvsfólkum í tali meðan ‘El-, gass- og fjarhitaveiting’ hevði størsta lutfalsliga vøkstur.

Hinvegin hevði ‘Framleiðsluvinna’ størstu minking av starvsfólkum í tali, meðan ‘Søla, útleiga og umsiting av fastognum’ hevði størstu lutfalsligu minking samanborið við árið fyri.

Samanborið við september í fjør er talið av hjástørvum vaksið við 3,5 prosentum, meðan talið á arbeiðsgevarum er støðugt, sambært Hagstovuna.

“Miðaltalið á størvum fyri hvørt starvsfólk liggur javnt á 1,2 størvum, og so var eisini í september,” varð staðfest.