Kvinnurnar hjá KÍ vunnu stórsteypið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

NSÍ legði seg á odda, tá ein tími var farin. Heidi Sevdal fekk bóltin í høgru síðu, rann frá verjuni og skoraði við einum fløtum skoti í handara síðunet.

KÍ javnaði til 1-1, tá ið Durita Hummeland úr spískum í vinstru smekkaði til. Bólturin sigldi omanfyri Rannvá við Streym í NSÍ-málinum og endaði í netinum.

Sigursmálið kom, tá NSÍ misti bóltin í uppspælinum. Bólturin endaði hjá Eyðvør Klakstein, sum av brotsteigarmarkinum sendi hann í málið umvegis ein mótspælara.

Endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til KÍ. Tær bláu úr Klaksvík kunnu sostatt fegnast um at hava vunnið stórsteypadystin triðja árið á rað.