Kvinnurnar hjá VÍF nýggjan venjara næsta kappingarár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvinnuliðið hjá VÍF skal hava nýggjan venjara næsta kappingarár. VÍF hevur gjørt tvey ára sáttmála við danan, Michal Piotrowski. Pio byrjar í starvinum 1. august.

Pio, sum hann vanliga verður nevndur, hevur verið høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum hjá danska felagnum HØJ í mong ár. HØJ er væl fremst í donsku 1. deild og liggur til at rykkja upp í bestu deildina til næsta kappingarár.

ið VÍF hoyrdi, at samstarvið millum venjaran og HØJ ikki heldur fram næsta kappingarár, varð gjørt skjótt av.

– Pio er ein sera góður og royndur venjari, sum ígjøgnum nøkur ár hevur ført HØJ frá nærum ongum til nú at rykkja upp í bestu deildina. Vit kunnu brúka hansara dygdir til okkara kvinnulið og yngri árgangir, sum eru undir stórari menning, sigur Ingi Olsen frá VÍF.

Umframt, at Pio skal venja kvinnuliðið hjá VÍF, skal hann eisini vera venjari hjá U18, U16 og U14 á gentusíðuni. Hann sigur seg vera spentan upp á uppgávuna.

– Eg eri sera spentur til hesa øðrvísi avbjóðing. Í VÍF eru spennandi leikarar og nógvir ungir úrmælingar á veg, og eg gleði meg at vera við til at føra hondbóltin í Vestmanna enn longur fram á leið, sigur Michal Piotrowski

Mynd: Thomas Tvilling