Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann í kvøld 1-0 á Gibraltar í UEFA Nations League og fekk síni fyrstu stig í kappingini.
Dysturin varð spældur í Gibraltar. Eftir ein óruddiligan fyrsta hálvleik var støðan 0-0 í steðginum. Venjarin gjørdi broytingar, og inn komu Petra Hoydal og Jensa Tórolvsdóttir, meðan Heidi Sevdal fekk ein fríari leiklut.
Hetta gav skjótt úrslit. Í 70. minutti vann Jensa Tórolvsdóttir bóltin vinstru megin, fór framvið einum verjuleikara og spældi inn til Heidi Sevdal, sum skoraði við vinstra beini.
Føroyar høvdu nú yvirtakið. Álopsspælið var gott, og fleiri vandamiklar støður vórðu skaptar. Verjan stóð sterkt, og Gibraltar megnaði ongantíð veruliga at hótta føroyska málið.
Sigurin var uppiborin. Føroyar livdu upp til favorittleiklutin móti Gibraltar, sum spældi sín fyrsta heimadyst.
Næstu dystirnir hjá Føroyum eru á heimavølli í apríl. Tá vitja Moldova tann 4. apríl og Gibraltar tann 7. apríl.
(Skermmynd av KvF)
UEFA Women’s Nations League, Deild C – Bólkur 1
Gibraltar – Føroyar 0-1 (0-0)
70′ – Heidi Sevdal (upplegg frá Jensu Tórolvsdóttir)
Føroyar:
- Óluva Joensen (M)
- Malena Olsen (46′ Petra Hoydal)
- Birita Ryan
- Heidi Sevdal (85′ Rakul Sørensen)
- Eyðvør Klakstein (46′ Jensa Tórolvsdóttir)
- Sanna Svarvadal (L)
- Tórunn Joensen
- Jancy Mohr (81′ Julia Naomi Mortensen)
- Fridrikka Clementsen (64′ Anna Brændstrup)
- Sara Lamhauge
- Durita Hummeland
Komu ikki á vøllin:
- Ásla Johannesen
- Rúna Jacobsen
- Valborg Østerø (M)
Stigatalva – UEFA Women’s Nations League, Deild C – Bólkur 1
D | V | J | T | Mál | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|
Slovakia | 2 | 2 | 0 | 0 | 4-0 | 6 |
Moldova | 2 | 1 | 0 | 1 | 1-1 | 3 |
Føroyar | 2 | 1 | 0 | 1 | 1-3 | 3 |
Gibraltar | 2 | 0 | 0 | 2 | 0-2 | 0 |