Úrslitini í bestu mansdeildini í hondbólti halda fram at skifta nógv, og alt tykist púra opið, nú øll liðini hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum.
StÍF, sum júst var vorðið oddalið, í Burndeildini, tapti í dag fyri KÍF í høllini í Kollafirði. Sigurin hjá KÍF var rættiliga greiður, og eftir nakrar heilt fáar javnar minuttir var KÍF frammanfyri allan dystin. Longu í hálvleikinum var 17-10 til KÍF og eftir at tað eina løtu vóru tíggju mál á muni, endaði dysturin við 32-25.
Hjá KÍF skoraðu Mikkel Vinther og Fríði Weyhe átta mál hvør, og hjá StÍF skoraði Sofus í Selvindi Nattestad seks mál.
Kyndil gjørdi sær dælt av ósigrinum hjá StÍF, og við 25-23 sigri í jøvnum dyst móti VÍF løgdu kyndilsmenn seg fremst í Burndeildini.
Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men tá ið fimm minuttr vóru eftir, førdi VÍF 11-8. Tað eydnaðis tó Kyndil at minka niður í 11-10 áðrenn stegðin.
Í seinna hálvleiki vendi Kyndil dystinum skjótt, og hóast VÍF kom aftur í aftur og javnaði bæði til 22-22 og 23-23, so dróg Kyndil kortini longra stráðið og skoraði tvey tey seinstu málini til úrslitið 25-23.
William Skovsager skoraði 9 mál fyri Kyndil, og Tróndur Johnson skoraði 7 mál fyri VÍF.
Greiðasta sigurin í dag vann H71, sum vann heili 30-20 móti Neistanum. Fram til hálvleiks var talan um ein javnan dyst, men H71 kom trý mál fram um í hálvleikinum 15-12.
Fyrst í seinna hálvleiki avgjørdi H71 dystin og skoraði fimm tey fyrstu málini, og so var eingin vegur aftur hjá Neistanum.
Hjá H71 skoraði Jákup Egholm seks ferðir, og Hóri Reginsson skorði fimm mál fyri Neistan.
Burndeilin menn
Sunnudagin, 19. januar
- KÍF – STÍF 30-25 (17-10)
- Kyndil – VÍF 25-23 (11-10)
- H71 – Neistin 30-20 (15-12)



Stigatalva Burndeildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 12 | 348 | 328 | 20 | 17 |
StÍF | 12 | 368 | 337 | 31 | 16 |
VÍF | 12 | 381 | 337 | 44 | 14 |
H71 | 12 | 361 | 342 | 19 | 13 |
KÍF | 12 | 313 | 309 | 4 | 13 |
Neistin | 12 | 309 | 312 | -3 | 11 |
Team Klaksvík | 12 | 300 | 415 | -115 | 0 |