Eingin tekur kyndilskvinnurnar, og tær eru steypavinnarar 2025. Neistavkvinnur royndu alt, tær kundu. Men Kyndil er besta kvinnuliðið í Føroyum og vann steypafinaluna 23-29.
Neistin kláraði at fylgja við Kyndli allan fyrra hálvleik, men Kyndil var kortini framman fyri 15-17 í steðginum.
Í seinna hálvleiki var Kyndil alla tíðina framman fyri við tveimum trimum málum, og móti endanum sást týðiliga, at Kyndil var best, og tær vunnu finaluna rímiiga greitt 23-29.
Landsliðsleikarin og strikuleikarin, Bjarta Johansen, gekk undan hjá Kyndli og skoraði heili 10 mál. Hon varð eisini kosin til dagsins leikara. Verjan hjá Kyndli var eisini góð, og Jovana Strajanac hevði fleiri avgerandi bjargingar.
Neistin royndi alt tær áttu. Hervør Niclasen skoraði 6 mál. Men álopsspælið var sum heild ov stirvið til at hótta Kyndil.
Við sigrinum hevur Kyndil vunnið steypafinaluna annað árið á rað. Tær fara nú eftir at vinna greipuna.
Faxe Kondi Steypafinala – Kvinnur
Neistin – Kyndil 23 – 29 (15 – 17)
Neistin:
- Hervør Niclasen 6
- Anna S. Mikkelsen 3
- Bjørk F. Joensen 3
- Ró Reginsdóttir 3
- Birna Eyðunardóttir 2
- Marjun Danberg 2
- Brynja Høj 2
- Silja Heðinsdóttir 2
- Erla Eliasen
- Eir Martinsdóttir
- Tóra L. Mortansdóttir
- Bára Eliasen
- Lív Rouch
- Helena D. Magnussardóttir
- Yui Shibuya
- Miriam Bethuelsdóttir
Útvísingar:
- Silja Heðinsdóttir : 1
- Brynja Høj : 1
- Anna S. Mikkelsen : 1
Kyndil:
- Bjarta Osberg Johansen 10
- Turið Arge Samuelsen 7
- Bára Krossteig Hansen 4
- Inga Maria Roysdóttir 4
- Natasja Hammer 2
- Brá Reginsdóttir 1
- Nadja Pejovic 1
- Asta Sofía F. Hansen
- Beinta Poulsen
- Mira Bendix Laursen
- Katrin Hansen
- Marjun Jansdóttir
- Gylta Djurhuus á Neystabø
- Joan Johannesen
- Poula F. Petersen
Útvísingar:
- Inga Maria Roysdóttir : 1
Dómarar: Hannis Wardum og Daniel Rapa