Lægri starvsfólkavøkstur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í januar vóru 29.312 starvsfólk í Føroyum. Hetta er ein vøkstur á 308 starvsfólk samanborið við januar í fjør. Vøksturin er 1 prosent, men minni enn undanfarin ár.

Talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er vaksið við 70 samanborið við januar í fjør, men hetta er minni enn árið fyri.

Í starvsfólkaskaranum vóru 14.900 menn og 14.400 kvinnur. Vøksturin var størstur millum menn við 200 fleiri, sum svarar til 1,4 prosent. Kvinnurnar vóru 100 fleiri, svarandi til 0,7 prosent.

Av teimum, ið arbeiddu hjá almennum arbeiðsgevara, vóru kvinnurnar flestar. 60 prosent av kvinnunum arbeiddu undir almennum ræði, meðan tríggir av fýra monnum arbeiddu hjá privatum arbeiðsgevara.

Í vinnugreinini “Almenn umsiting og verja” og “Heilsu- og almannaverk” var størsti vøksturin við næstan 300 starvsfólk afturat. Serliga “Røktarvirksemi á bústovnum” vaks nógv við 168 persónum, svarandi til umleið 8 prosent.

Størsta minkingin var í vinnugreinini “Heil- og smásøla; umvæling av akførum”, har tey vóru knapt 90 færri enn sama mánað í fjør, ein minking á 2,2 prosent.


Samvirkin talva frá Hagstovu Føroya