3,4 milliónir komu inn, tá ið árliga innsavningin hjá Reyða Krossi Føroya varð send í Kringvarpi Føroya í gjárkvøldi. Sent var frá Fiskastykkinum í Sandavági, og vertir vóru Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Jógvan Skeel Nolsøe.
Á skránni vóru samrøður og innsløg um hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin. Eisini hoyrdu vit tónleikaframførslur frá Beini, Vágaverki, Guðrið Hansdóttir og JazzyGold.
Fyritøkur, feløg, kommunur og stovnar kunda lata pening til Reyða Kross. Eisini kundu einstalkingar ringja inn ella keypa ein lutaseðil á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, og harvið verða við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Volvo EX30 elbil.
Tekniskir trupulleikar gjørdu, at upphæddin frá fólki, sum ringdu inn til Reyða Kross, meðan sendingin var, ikki vóru taldar við. Tí verður endaliga upphæddin nakað væl hægri enn tær 3,4 milliónir krónurnar, sum komu inn í gjárkvøldi.
Lutakastið um, hvør vinnur Volvobilin verður seinni í vikuni.
Formaðurin í Reyða Krossi Føroyar, Jóannes Eidesgaard, var væl nøgdir, tá ið sendingin var av.
– Tað er rættiliga rørandi at vita, at hugurin hjá føroyingum til at stuðla einum góðum endamáli er so stórur, sum hann er, segði hann.
Til ber at stuðla Reyða Krossi á heimasíðuni hjalp.fo. Innsavningin heldur fram til mánakvøldið á midnátt, og tá verður endaliga greitt, hvussu nógv kom inn í ársins landsinnsavning.