Landsinnsavningin gav yvir 4 milliónir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyingar lótu 4.166.453 krónur, tá ið Reyði Krossur Føroya sunnukvøldið sendi Landsinnsavningina beinleiðis í Kringvarpi Føroya. Tað boðar Reyði Krossur frá í morgun.

– Vit eru ómetaliga rørd og takksom fyri henda óføra stuðul. Hjartans tøkk til øll, sum hava hjálpt okkum at røkka hesum málinum. Hvør ein króna telur og er við til at gera mun hjá teimum, ið hava tørv á hjálp, skrivar Reyði Krossur á heimasíðu síni.

Tekniskir trupuleikar hjá Føroya Tele sunnukvøldið, gjørdu at tað ikki bar til at gera endaligu upphæddina upp, tí at upphæddin, sum einstaklingar lótu, ikki var tald við.

Sunnukvøldið bar heldur ikki til at draga vinnaran av stóra vinninginum, einum Volvo EX30 elbili. Tað lutakastið er nú drigið, og endaði bilur hjá einum hepnum vinnara í Vágum.

Skermmynd frá Landsinnsavningini