Landsstýrismálanevndin: Dennis ikki heimild at broyta kunngerðina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrismálanevndin staðfestir, at Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki hevði lógarheimild til at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotuna í 2024.

Hetta er staðfest eftir eina drúgva viðgerð av málinum, sum byrjaði við eini klagu frá Árna Skaale, løgtingsmanni, í mai 2024.

Landsstýrismálanevndin gjørdi eina fyribils niðurstøðu í januar, sum segði, at Dennis Holm ikki hevði neyðugu lógarheimildina. Dennis Holm fekk høvi til at gera viðmerkingar til fyribils niðurstøðuna, men hansara viðmerkingar vóru ikki nóg sannførandi til at broyta niðurstøðuna.

Nevndin hevur eisini fingið eina frágreiðing frá advokatinum Kristinu Samuelsen, sum staðfesti, at Dennis Holm handlaði í heimildarloysi. Nevndin staðfestir tó, at Dennis Holm ikki gjørdi hetta av politiskum áhuga, men eftir ráðgeving frá sínum embætisfólkum.

Í dag hevur landsstýrismálanevndin kunngjørt sína endaligu niðurstøðu, sum sigur, at Dennis Holm ikki hevði heimild til at broyta kunngerðina.