,

Lars Løkke Rasmussen til Føroya í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, kemur til Føroya í dag. Tað boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.

Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar.

Í morgin eru virkisvitjanir á skrá og um kvøldið eru ráðharrarnir bodnir til upplatingarkonsert við Tjarnir.