Fótbóltssambandið skrivar, at Lassin Isaksen er útnevndur av UEFA sum dómaraeygleiðari til dystin í Champions League deildarspælinum millum italska AC Milan og Crvena Zvezda, fyrr nevnt Reyða Stjørna, úr Serbia. Hetta verður ein av hansara størstu uppgávum sum dómaraeygleiðari, og Lassin Isaksen fegnast um at sleppa at vera partur av einum so stórum dysti.
Dysturin verður spældur mikudagin 11. desembur á San Siro leikvøllinum í Milano í Italia, har pláss er fyri umleið 80.000 áskoðarum. Undan dystinum er AC Milan nummar 16 við 9 stigum, meðan Crvena Zvezda er nummar 31 við trimum stigum.
Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda hava seinastu árini umboðað Føroyar sum dómaraeygleiðarar fyri UEFA í ymsum kappingum, millum annað Champions League, Conference League og Europa League. Niklas á Líðarenda skal seinni í mánaðinum vera dómaraeygleiðari í dystinum millum Djurgården og Legia Warsawa í Conference League.