,

Legði tingkvinnu undir at lúgva

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Tað ljóðai ógvusligt, tá ið løgmaður í beinleiðis samrøðu í Degi og Viku, í gjárkvøldi segði, at um Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevði sagt tað, sum hon bleiv siterað fyri at hava sagt, so leyg hon.

Málið snúði seg um, hvørt tingkvinan hevði boðað frá, at hon fór at taka undir við uppskotinum um misálit á Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu.

Sum FM1 skilir, so er málið ikki so einfalt og byggir á misskiljingar. Hesar eru nú ruddaðar av borðinum.

Liuljan Weihe boðaði Høgna Hoydal frá sínari støðu og á fundi í gjár boðaði hon eisini løgmanni frá sínari støðu.

Løgmaður reageraði í Degi og Viku, tá ið Liljan Weihe var siterað fyri at hava boðað honum frá fleiri ferðir, at hon fór at atkvøða fyri misálitis uppskotinum,