Linjuføringin norðan fyri Sands bygd er betri fyri samfelagsbúskapin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Grunda á afturmeldingar, er uppskotið um linjuføring av Suðuroyartunlinum, sum Kristian Stórhamar, Mourits Joensen og Jón Sigurdsson løgdu fram á Sandi fyri jól, broytt nakað.

Tunnilsmunnin er nú innan fyri Múlan, ístaðin fyri millum Sandsvatn og Nykutjørn.

Samanborið við uppskotið hjá tunnilsfelagnum, at farleiðin til Suðuroyar skal ganga umvegis ein tunnilsmunna í Djúpadali, so halda teir tríggir, at tað eru fleiri fyrimundir við hesum uppskotinum

Loysin tyggjar bestu ferðamøguleikarnar, brúkskostnaðurin verður minni, og loysnin liggur uttan fyri bygt øki í Sandoynni. Umhvørvisárinini verða eisini minni, og við at gera eina rundkoyring undir Skúvoynni tryggjar tað ventilatión og neyðhjálp.

Teir tríggir fegnast um, at Føroya Landsstýri og Løgtingið eru farin undir ítøkiligt arbeiði at bøta ferðasambandið til Suðuroyar, og at ambitiónirnar eru høgar. Kortini halda teir, at linjuføringin norðan fyri Sands bygd er betri fyri samfelagsbúskapin og tryggjar bestu ferðamøguleikarnar.

Frágreiðingin byggir á royndir úr Føroyum og Noreg, og vísir, at nógv talar fyri at leggja linjuføringina norðan fyri Sands bygd.