Liverpool knústi máttleyst Tottenham og er í finaluni í Carabao Cup

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Liverpool tryggjaði sær pláss í finaluni í Carabao Cup við einum sannførandi 4-0 sigri móti Tottenham Hotspur heima á Anfield. Mohamed Salah skoraði sítt 26. mál í kappingarárinum, tá ið hann buldaraði eitt brotsspark upp í høgra málhorn. Tá hevði Cody Gakpo longu lagt Liverpool á odda í 34. minutti.

Tottenham hevði eina 1-0 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni, men liðið hjá Ange Postecoglou megnaði ongantíð at finna stevið og spældi ein syndarliga vánaligan dyst.

Dominik Szoboszlai økti til 3-0, og Virgil van Dijk staðfesti sigurin við einum skallara í 81. minutti.

Newcastle er hitt liðið í finaluni. Teir vunnu seg í finaluna í gjárvkøldi við einum 2-0 sigri á Arsenal og einum samlaðum sigri á 4-0. Finalan millum Liverpool og Newcastle verður spæld á Wembley sunnudagin 16. mars.

Liverpool er í framúr góðum formi, seks stig fremst í Premier League við einum dysti færri og hevur tryggjað sær pláss í áttandapartsfinalunum í Champions League.

Cody Gakpo er vorðin ein lyklaleikari og fyrsti leikarin hjá Liverpool síðan Robbie Fowler í 2000-2001, sum hevur skotið fimm mál í somu Carabao Cup-kapping.

Tottenham stendur nú yvir fyri stórum avbjóðingum, og tey flestu vænta, at Ange Postecoglou, verður næsti venjarin í Premier League, sum verður uppsagdur. Við einum týdningarmiklum dysti í FA Cup móti Aston Villa um fáar dagar má liðið reisa seg skjótt. Tottenham vónar at fáa spælarar sum Micky van de Ven, Cristian Romero og James Maddison aftur á vøllin, so teir kunnu betra møguleikarnar í komandi dystum.