Liverpool móti PSG í Champions League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Liverpool, sum vann bólkaspælið í Champions League, fær ein sera torføran dyst í áttandapartsfinaluni, har teir skulu møta PSG, sum lættliga vann á Brest, við samlaða úrslitinum 10-0.

Tað verður eisini eitt veruligt stórbrak, tá Real Madrid og Atlético Madrid møtast. ÍÍsíðsta dystinum millum hesi bæði Madrid-feløgini, ið endaði 1-1, var Kylian Mbappé tann stóri hetjan fyri “Los Blancos” við sínum málum.

Hesi liðini møtast í áttandapartsfinalunum:

  • Benfica – Barcelona
  • PSG – Liverpool
  • PSV – Arsenal
  • Feyenoord – Inter
  • Bayer Leverkusen – Bayern München
  • Real Madrid – Atlético Madrid
  • Club Brugge – Aston Villa
  • Borussia Dortmund – Lille