Liverpool snávaði móti Villa

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Liverpool misti tvey týðandi stig, tá ið teir í kvøld spældu javnt 2-2 móti Aston Villa á Villa Park.

Mohamed Salah setti nýtt met, við at skjóta sítt 15. útivallarmál fyri Liverpool í einum kappingarárið í Premier League. Harvið fór hann framvið Luis Suarez, sum skoraði 14 útivallarmál í 2023/14.

Youri Tielemans og Ollie Watkins skoraðu løgdu Aston Villa fram um fyri steðgin.

Trent Alexander-Arnold javnaði í seinna hálvleiki til 2-2 við einum skoti, sum fór umvegis ein verjuleikarar hjá Aston Villa.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, men Darwin Nunez hevði ein risa møguleika beint eftir hann var komin á vøllin.