Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri, legði í morgun alment fram sítt uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025, har tað millum annað framgekk at roknað verður við einum halli upp á 83 milliónir krónur. Um ætlanin heldur, er talan um ein bata í mun til í fjør og í ár – í 2023 hevði fíggjarlógin eitt hall upp á heilar 215 mió., og í ár metir Fíggjarmálaráðið at hallið verður umleið 200 mió.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði í sínari framløgu út við at siga at “tað gongur væl í Føroyum.”
“Arbeiðsloysið hevur sveiggjað tey seinastu árini um eitt prosent, og tað er í veruleikanum einki arbeiðsloysi,” vísti hon á. “So tað er arbeiði til allar hendur, og tað er gott, ikki bara fyri búskapin men eisini fyri tann einstaka.”
“Vit eru rík í Føroyum,” staðfesti Ruth Vang víðari. “Sum tit síggja so hava vit havt ein støðugan vøkstur (í bruttotjóðarúrtøku) í nokkso nógv ár. Í løtuni liggur bruttotjóðarúrtøkan per innbúgva um eina hálva millión. Hetta er ikki ein løtumynd, sum tit síggja – hetta er ein gongd.”
“Harafturat eru vit jøvn í Føroyum,” segði fíggjarmálaráðharrin, og peikaði á tað sokallaða Gini vísitalið. “Hóast vit kjakast nógv um býtið av ríkidømi í Føroyum, so vísa hagtølini at inntøkurnar eru rættiliga javnt býttar í Føroyum.” Tølini Ruth Vang vísti til vóru frá 2021, viðgekk hon.
At gongdin við býtinum av ríkidøminum fyri mong tykist skeiv í løtuni, varð tó ikki nomið við. Ei heldur varð nevnt at býtið av ríkidømi einans út frá inntøku kann lættliga gerast misvísandi.
Ruth Vang viðgekk síðan at vøksturin í almennum útreiðslum – rakstrarvøkstur – er ein avbjóðing sum krevur ítøkilig stig og legði afturat at arbeitt verður miðvíst við at skapa eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Sum lyklahugtøk í tí høpinum nevndi hon “Bindandi mál fyri rakstrarvøkstur” umframt Búskapargrunnin “sum aktivt amboð.” Hon segði at “tey fyrstu stigini verða nú tikin,” og at skipanin verður “útbygd sum frá líður.”
Um raðfestingar í íløgum nevndi landsstýriskvinnan sum dømi: krabbameinsátøk; løn undir útbúgving; betri integratión; brekumboð; heilsutænastur í nærumhvørvinum; fleiri túrar til Nólsoyar; grønmetisframleiðslu; stuðul til landstreym; Oyggjaleikir; og yrkisleiklist.
Rokna við javnvág í 2026
Samlaðu inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru settar til góðar 7,4 milliardir kr, harav
skattainntøkur standa fyri 3,4 mia. Inntøkur frá avgjøldum og tolli eru mettar til knappar 3,8 mia. kr.
Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) verða mettar til umleið 7,52 mia. kr, harav
netto rakstrarútreiðslurnar umboða 6,9 mia. og løgu- og løgukendar útreiðslur 0,6 mia.
Tann givna orsøkin til hallið á fíggjarlógini er lægri inntøkur frá ymiskum skattum og avgjøldum enn mett, at rentupostarnir eru broyttir, umframt at íløgurnar eru eitt vet hægri enn ætlað í játtanarkørmunum. Harafturat verður mett at um 100 mió. kr. í ónýttum løgum frá 2024 verða nýttar í 2025, sum eisini ávirkar úrslitið samsvarandi.
Í mun til ta samtyktu fíggjarlógina fyri 2024 er rakstrarvøksturin til komandi fíggjarlóg 4,9 prosent, sum er tað fíggjarpolitiska málið hjá landsstýrinum fyri hesa fíggjarlógina. Tað langsiktaða fíggjarpolitiska málið eitur at rakstrarvøksturin á fíggjarlógini ikki skal vera hægri enn tann
metti búskaparvøksturin. Tað inniber at eisini á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verða átøk
sum skulu tálma útreiðsluvøksturin. Landsstýrið sigur seg rokna við at hava javnvág ella avlop í 2026, vísandi vísandi til játtanarkarmarnar.
“Landsstýrið rekur við hesum fíggjarlógaruppskotinum ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur
upp fyri avbjóðingunum sum standa fyri framman,” segði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. “Fíggjarmálaráðið metir at tann føroyski búskapurin sum heild er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið sum kann koma við lægri búskaparvøkstri og møguligum halli í landskassanum,” legði hon afturat.