,

Magne Hoseth til samráðingar við Lyngby

Skrivað

FM1

Dagfesting

Lyngby Boldklub hava selt íslendska venjaran, Freyr Alexandersson, til eitt felag í Belgia, og nú verður hugt eftir KÍ-venjaranum, Magne Hoseth, sum avloysara fyri íslendingin.

B.T. Sport skrivar, at KÍ-venjarin, Magne Hoseth, hevur verið til starvssamrøðu við “Teir Kongabláu” í Lyngby.

Magne Hoseth framdi við KÍ í fjør eitt bragd, tá KÍ, sum fyrsta føroyska felagið, kom í eitt bólkaspæl í evropeiskum fótbólti, og tað hevur eisini vakt ans, at KÍ og Magne megnaðu hetta.

Leingi ljóðaði, at Start í Norra vildi hava Magne Hoseth sum venjara, men nú er meira líkt til, at tað verður Lyngby í Danmark, sum fer avstað við KÍ-venjaranum.

BT veit at siga, at Magne Hoseth í fleiri umførum hevur sagt, at hann ynskir at fara til Danmarkar og arbeiða sum venjari har.

Magne Hoseth, sum er 43 ára gamal, hevur áður verið venjari í Kristiansund, og spældi millum annað við FC Keypmannahavn og Molde sum yrkisfótbóltsspælari.