Heimaliðið Manchester United vóru stórfavorittar undan dystinum ímóti Wolverhampton á Old Trafford. André Onana og Mason Mount, ið eru nýggjar tilgongdirnar í summar, vóru við frá byrjan hjá Manchester United. Áleyparin Rasmus Højlund sat úti við skaða og kundi tí ikki gera debut í kvøld.
Nógv rok hevur verið um Wolves í seinastuni, aftaná Julen Lopetegui segði seg úr venjarasessinum, bert 6 dagar undan dystinum. Í hansara stað er komin tann 40 ára gamli Gary O’Neil.
Eitt heldur vánaligt avrik var at síggja frá heimaliðinum Manchester United. Wolves skapti nógvar møguleikar, men neyvleikin manglaði í álopspartinum. Tann nýggi málverjin André Onana, hevði fleiri góðar bjargingar og var í fleiri umførum bjargingarmaðurin hjá Manchester United.
Mason Mount og Alejandro Garnacho blivu skiftir út eftir 68 minuttum. Inn í teirra stað komu Jadon Sancho og Christian Eriksen. Eftir at útskiftningarnar vóru framdar, bleiv heimaliðið farligari í síðsta triðinginum.
Avgerandi málið fall, tá ið Aaron Wan-Bissaka bleiv spældur leysur inni í brotsteiginum og legði bóltin upp til Raphael Varane, sum kundi stúta bóltin í netið til 1-0.
Teir seinastu minuttirnar var heimaliðið pressa í botn og útiliðið kundi í fleiri umførum javnað.

Ein heldur ivasom støða var í yvirtíðini, tá ið André Onana møguliga hevði frammt eitt brot og kundi givið Wolves eitt brotspark. Men VAR avvísti hettar og heimaliðið Manchester United kundi taka øll trý stigini við sær.
Manchester United | Hagtøl | Wolves |
51 | Possession % | 49 |
3 | Skot á mál | 6 |
15 | Skot í alt | 23 |
0,85 | xG (Expected goals) | 0,78 |
82,3 | Rættar avleveringar í % | 80,7 |
16 | Innlegg | 23 |
17 | Taklingar | 23 |
19 | Klearingar | 19 |
8 | Hornaspark | 7 |
1 | Rangstøður | 3 |
2 | Gul kort | 3 |
0 | Reyð kort | 0 |
14 | Brot frammd ímóti | 10 |
Aðrir dystir vóru eisini leiktir um vikuskiftið og hesi vóru úrslitini:
Burnley – Manchester City 0-3
Arsenal – Nottingham Forest 2-1
Bournemouth – West Ham 1-1
Brighton – Luton 4-1
Everton – Fulham 0-1
Sheffield United – Crystal Palace 0-1
Newcastle – Aston Villa 5-1
Brentford – Tottenham 2-2
Chelsea – Liverpool 1-1
Manchester United – Wolves 1-0
Fríggjadagin klokkan 19:45 leika Nottingham Forest og Sheffield United á City Ground. Annars verða Premier League dystir um alt vikuskiftið.
Næsti dystur hjá Manchester United verður á útivølli ímóti Tottenham, ímeðan Wolves skal leika ímóti Brighton á heimavølli.