Maria Winther Olsen vann ársins Geyta

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stuttfilmurin Halt um meg eftir Mariu Winther Olsen vann Geytan 2025, tá ið filmsvirðislønin var handað í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldi.

Tíverri kundi Maria Winther Olsen ikki vera við til handanina, so filmsliðið tók ímóti virðislønini fyri hana. Runavíkar kommuna lat Geytavirðislønina á 40.000 krónur. Sjey stuttfilmar vóru umskotið at vinna Geytan 2025.

Áskoðaravirðislønina vann stuttfilmurin Faðir mín Faðir, sum Julia í Kálvalíð hevur leikstjórnað. Tórshavnar kommuna lat áskoðaravirðislønina á 30.000 krónur.

Julia í Kálvalíð vann áskoðaravirðislønina fyri stuttfilmurin Faðir mín Faðir  

Tey tilnevndu til Geytan 2025


Les eisini: Geytin 2025 í kvøld í Norðurlandahúsinum