H71 boðar frá, at Mark Lausen-Marcher gevst sum venjari hjá nýklaktu steypavinnarunum úr H71.
Steypafinalan, har H71 vann á VÍF, verður harvið seinasti dysturin á hesum sinni, har Mark Lausen-Marcher stóð á odda fyri monnunum hjá H71.
Mark Lausen-Marcher ásannar at tíðin røkkur ikki longur til, og at tíðin er komin at raðfesta familjuna. Hann er fegin, at hann er sloppin at verða partur av hesum hópi bæði til venjing, dystir og uttanfyri vøllin.
H71 takkar Mark fyri hansara stóra íkast til felagið, og ynskir honum blíðan byr.
Djóni Gaard Joensen heldur áfram sum høvuðsvenjari, og arbeitt verður við at finna avloysara fyri Mark Lausen-Marcher.