– Matthias Lamhauge hevur í dag skrivað undir sáttmála við FC Fredericia.
Tað kunngjørdi abbin hjá Matthiasi, Eyðfinn Lamhauge, til Fótbóltsgalla 2023, nú Matthias gjørdist ársins málverji í Betri Deildini hjá monnum.
Eyðfinn Lamhauge er sjálvur skrásettur fyri at hava spælt ein óalmenna landsdyst fyri Føroya. Tað var í 1969.
Matthias Lamhauge er skrásettur fyri átta landsdystir fyri Føroyar.

Ársins málverji í Betri Deildini hjá kvinnum gjørdist KÍ-málverjin, Óluva A. Joensen.
