Mattias Weihe Joensen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við B36.
21 ára gamli verjuspælarin hevur okkurt tíðarskeið verið darvaðu av skaða, men er nú til reiðar at spæla við fullari megi.
Mattias Weihe Joensen er higartil skrásettur fyri 24 dystir í bestu deildini, 12 fyri B36 og 12 fyri EB/Streym.
Mattias Weihe Joensen er sonur høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Martin Joensen.