Mattias og Sarita vunnu HM-silvur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í sambandi við almenna tiltakið tá ið stórhøllin við Tjarnir lat upp, skipaði Róðrarsambandið fyri HM í inniróðri í stásiligu høllini. Hetta var samstundis fyrsta altjóða kapping, sum skipa varð fyri í stórhøllini við Tjarnir.

Kappast var í 500 metur sprint, og enn einaferð fingu okkara rógvarar fleiri góð úrslit og vunnu tvey silvurheiðursmerkir.

Mattias Durhuus vann silvur í bólkinum 19-20 ár við tíðini 1.17,4, og Sarita K. Hansen vann silvur í lættvekstbólkinum hjá kvinnum 23-29 ár við tíðini 1.38,1.

Í Róðrasambandinum er tey ógvuliga stolt av, at føroysku rógvararnir teljast millum heimselituna í inniróðri.

Ellivu føroyskir rógvarar høvdu róð seg til kappingini í 500 metra sprint, og valdu allir íðkararnir at rógva teinin við Tjarnir. 

Komandi vikuskiftið, tann 22-. og 23. februar, fara teir føroysku rógvarnir aftur í eldin, tá kappast verður um heimsmeitaraheitini á 2000 metra teininum í skúlanum við Gøtugjógv.

Róðrasambandið sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin at heppa á okkara dugnaligu rógvarar. 


Úrsliti frá 500m sprint:

U17 Dreingir

  • Pauli Joensen nr. 4 tíð: 1.23,8
  • Nóa Rúnason nr. 5 tíð: 1.25,7
  • Jógvan Fríði Christiansen nr. 45 tíð: 1.59,4
  • Kristian Svenning Johannesen nr. 47 tíð: 02.07.0

U17 Gentur

  • Vár í Húsunum nr. 8 tíð: 1.41,9
  • Nanna Schiller, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
  • Poula Christiansen, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.

Menn 19-20 ár

  • Mattias Durhuus nr. 2 tíð: 1.17,4

Kvinnur 23-39 ár

  • Vár G. Hansen nr. 7 tíð: 1.32,1

Kvinnur 23-39 ár Lættvekt

  • Sarita K. Hansen nr. 2 tíð: 1.38,1

Kvinnur 40-44 ár

  • Jóhanna av Steinum nr. 7 tíð: 1.36,8