Merseybrakið millum Everton og Liverpool útsett av ringum veðri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er ikki bara í Føroyum at tað er nógvur vindur. Í Liverpool í Onglandi hava tey í dag valt at útseta dystin í Premier League millum tey bæði feløgini úr býnum Everton og Liverpool FC.

Orsøkin er, at veðurvánirnar boða frá vindi við ódnarstyrki. Løgreglan og myndugleikarnir í økinum hava tikið avgerðina, og feløgini hava góðtikið hana. Ógreitt er, nær dysturin verður spældur, men tað verður ikki fyrr enn eftir nýggjár.

Hetta skuldi verða seinasta Merseybrakið millum Everton og Liverpool á Goodison Park, tí Everton flytir til næsta kappingarár á nýggjan leikvøll við Merseyánna.