Michal Przybylski til NSÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Michal Przybylski skal spæla við NSÍ næsta kappingarár, tað boðar NSÍ frá í kvøld.

Michal Przybylski er uppvaksin í Føroyum, men hevur havt pólskt pass. Men hann hevur nú fingið føroyskt pass

Michal Przybylski spældi við NSÍ frá 2013 til 2015, áðrenn hann fyrst fór til B68 og síðan Skála. Í 2018 var Michal Przybylski í Póllandi og leikti við Widzew Lódz , har hann slapp at royna seg sum fulltíðarleikara.

Síðan seinna hálvár 2018 hevur Michal Przybylski fyri tað mesta spælt við B36, men var eitt ár í HB í 2021.

Michal Przybylski hevur spælt 191 dystir og skotið 55 mál í Betri deildini. Í ár spældi hann bara 15 dystir, og var nógv darvaður av skaðum.

Kelda: faroesoccer.com